Login to make your Collection, Create Playlists and Favourite Songs

Login / Register
23. Verkafólk skulu røra seg meira...fjølbroytt
23. Verkafólk skulu røra seg meira...fjølbroytt

23. Verkafólk skulu røra seg meira...fjølbroytt

00:55:59
Report
Rørsluvika var herfyri, og í tí sambandi hava arbeiðspláss kring alt landið sett sjóneykuna á "rørslu á arbeiðsplássinum".Verkafólk munnu helst vera tann yrkisbólkurin, sum er mest kropsliga virkin. Og tað er eingin loyna, at kropsligt virkni er gott fyri okkum; tað fyribyrgir sjúkum, skaðum og sliti... Men hví hava verkafólk so met í kropsligum skaðum, tillagaðum størvum og fyritíðarpensjónum?Jú, tað er tí, at nógv verkafólk gera somu kropsligu rørslur umaftur og umaftur - kanska í áravís. Tað er har, hundurin liggur grivin, spyrt tú Pál Weihe, arbeiðsmedisinara, og Rúni Bláfoss, granskara í ergonomiskum arbeiðsumhvørvi.Endurtakandi rørslur føra slit og skaðar við sær, og í alt ov nógvum førum, fyritíðarpensjón vegna óarbeiðsføri. Loysnin er, sambært Páli og Rúna, at gera "arbeiðspakkan" meira fjølbroyttan; at arbeiðsfólkið hevur ymiskar arbeiðsuppgávur, ikki til dømis at reinskera ein heilan dag. Og, ja, vnjing í arbeiðstíð. Tað er ein góð íløga hjá bæði arbeiðsfólki og arbeiðsgevara, eru teir báðir á einum máli um.

23. Verkafólk skulu røra seg meira...fjølbroytt

View more comments
View All Notifications